Landsverk: Heimild og ábyrgd eiga at fylgjast

Landsverk: Heimild og ábyrgd eiga at fylgjast
Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, hevur skrivað fíggjarnevndini bræv um H-bygningin
H-bygningurin kostar 48.000 krónur fyri fermeturin, hevur stjórin á Landsverki upplýst fyri fíggjarnevndini.
 
30.05.2023 - 08:15

Stóri trupulleikin, sum enn ikki er loystur, er at savna heimild og ábyrgd.

Síðani 2020 hevur Landsverk framt eina skipaða strategiska førleikamenning av fíggjar- og verkætlanarstýringini á stovninum.

Tað sigur Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, í brævi til fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Nevndi viðger frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum og uppskotið til samtyktar hjá løgtingsgrannskoðarunum um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.

 

48.000 kr. fermeturin

- Tað kostar ikki at taka eina avgerð og læsa eina verkætlan, sigur Sigurd Lamhauge.

H-bygningurin kostar 48.000 krónur fyri fermeturin.

Tað má sigast at vera á eini leið, tá vit vita, at íbúðir í Havn kosta næstan tað sama, sigur Sigurd Lamhauge.

Hann sigur, at 100túsundatals tímar av nærløgdum arbeiði hjá monnum og kvinnum at byggja føroyingum nýtt sjúkrahús vera skúgvaðir av borðinum og gøluheitið verður kroyst oman á verkið.

Tað er kostnaðurin av ógreiðari ábyrgd og ógreiðum heimildum.

 

Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki.

 

Læsa verkætlan

Tá politiska skipanin ger greiðar reglur um heimildir og ábyrgd av verkætlanum, ber til at læsa eina verkætlan, áðrenn spakin verður settur í.

Tá hava vit lært av gjørdum feilum, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki.

Hann sigur, at Landsverk vísti á í 2020, at tað er ein vansi, tá stórar byggiverkætlanir skulu stýrast, at heimild og ábyrgd ikki eru á sama staði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860