Á Breddanum: Tiltøk móti Russlandi

Á Breddanum: Tiltøk móti Russlandi
Limir í uttanlandsnevndini skifta orð um málið, og viðmerkjarar vera eisini í útvarpsstovuni
Hesi fýra, sum eru limir í uttanlandsnevndini, koma í útvarpsstovuna at skifta orð um tiltøk móti Russlandi.
 
31.05.2023 - 09:10

Møgulig tiltøk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina 24. februar í fjør draga út, og nú meira enn 15 mánaðir eftir russisku innrásina, eru framvegis eingi stórvegis tiltøk sett í verk.

Í gjár var uppskoti lagt fyri tingið um at heimila landsstýrinum at seta tiltøk í verk, men einki stendur um innihaldið í tiltøkunum. 

Innihaldið skal viðgerast í uttanlandsnevndini, og um hon góðtekur hetta, stendur tað til landsstýrið at seta tiltøkini í verk. 

Vit tosa við Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, vit hava viðmerkjararnar, Beintu Løwe og Eirik Lindenskov, í útvarpsstovuni, sum meta um tað, ið fer fram í løtuni, og hvat vit skulu vænta av tiltøkum móti Russlandi og Hvítarusslandi. 

Síðani hava vit kjak millum fýra limir í uttanlandsnevndini, Bjarna Hammer, Jacob Vestergaard, Sólvit Nolsøe og Anniku Olsen.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096