El-bussarnir í Havn fara at koyra í dag

El-bussarnir í Havn fara at koyra í dag
Næstu mánaðirnir vera royndartíð hjá el-bussunum, og ætlanin er, at Bussleiðin skal vera grøn í seinasta lagi í 2027
El-bussarnir fara at koyra á leið 4.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
31.05.2023 - 09:38

El-bussarnir hjá Bussleiðini í Havn fara nú koyra.

Teir koyra á leið 4.

Hátíðarløta verður í Steinatúni í dag kl.11.00.

Eftir hátíðarhaldið koyra el- bussarnir stuttar túrar til kl.14.00, so fólk fáa møguleika at royna bussarnar.

Tann 20.apríl í fjør var nýggjur sáttmáli um Bussleiðina gjørdur. Hann er galdandi frá januar í ár til og við desember 2031.

Avtalað var tá at keypa 15 nýggjar dieselbussar og tveir nýggjar el-bussar.

Og á býráðsfundi í apríl í fjør var eisini samtykt, at umleggingin av allari Bussleiðini til grøna orku skal fremjast seinast í 2027.

Næstu mánaðirnir vera ein royndartíð hjá el-bussunum.

Vera trupulleikar, kunnu dieselbussar taka við aftur leið 4, sigur Tórshavnar kommuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096