Stoltenberg og Erdogan hittast at viðgera svenskan Nato-limaskap

Stoltenberg og Erdogan hittast at viðgera svenskan Nato-limaskap
Nato-aðalskrivarin sigur, at svenska umsóknin verður evnið á fundinum í Oslo í dag millum uttanríkisráðharrarnar í Nato-londum
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á Nato-fundi í Oslo.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.06.2023 - 08:39

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, fer til Turkalands at gera eina roynd at fáa landið at góðtaka umsóknina hjá Svøríki um limaskap í Nato.

Stoltenberg sigur, at hann fer til Ankara í næstum.

Aðalskrivarin sigur, at svenska umsóknin verður evnið á fundinum í Oslo í dag millum uttanríkisráðharrarnar í Nato-londum.

- Vit mugu minnast til, at øll sameind, eisini Turkaland, bjóðaðu Svøríki at gera fullgildugur limur, sigur Stoltenberg.

Hann sigur, at hann hevur tosað við Recep Tayyip Erdogan um málið, eftir at Erdogan vann forsetavalið seinasta vikuskifti.

- Boðskapurin hjá mær er, at svenska umsóknin um Nato-limaskap er góð fyri Svøríki, fyri Norðurlond og fyri Baltikum, men eisini fyri alt Nato. Tað ger Nato sterkari, og tað hevur týdning eisini fyri Turkaland, sigur Stoltenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928