Video: Saknur er í útisvimjihylinum í Svínoy

Video: Saknur er í útisvimjihylinum í Svínoy
Ein áhugabólkur arbeiðir við, at umvæla og tryggja útisvimjihylin í Svínoy
 
02.06.2023 - 10:10

- Vit ætla at umvæla hylin, sigur Petur Takamassa Asano, stigtakari.

Tað er neyðugt at styrkja og stoypa hylin av nýggjum, so hann verður tryggur at brúka. Byrgingin er í vánaligum standi, hon lekur illa og grót er dottið úr henni, so sum standuri er í dag, er vandi fyri at hon fer at leypa. 

 

Svimjihylurin_Svinoy_NET

 

90 ára gamal hylur

Tað var í 1933, at lærarin í bygdini, Hjálmar Hátún, saman við skúlabørnunum, tók stig til at byggja útisvimjihylin í Svínoy. Hylurin er 22 metrar langur og 11 metrar breiður, og í honum hava svínoyingar lært at svimja. 

Í dag hevur hylurin verið nógv brúktur um summarið, at rógva gummibát og svimja í. 

 

Petur Takamassa Asano er ein av stigtakarunum at umvæl hylin. 

 

Saknur er í hylinum

- Børnini hava havt stóra gleði av hylinum um summarið, sigur Petur. 

Hann heldur, at tað hevur alstóran týdning, at hylurin verður umvældur so svínoyingar og vitjandi í oynni kunnu fáa gleði av honum.  

 

Vóna at fáa fíggjarligan stuðul

Stigtakararnir meta, at tað fer at kosta umleið 200.000 kr, at umvæla og tryggja útisvimjihylin í Svínoy. Tey vóna at fáa fígging frá vinnulívinum og útoyggjastuðul. 

- Børnini sakna hylin og næsta summar skal tað bera til at rógva gummibát og svimja í hylinum, sigur Petur Takamassa Asano.

 

Petur_Asamo_Denoise

Longri samrøða við Petur Takamassa Asano í Góðan Morgun Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096