Video: Sandoyartunnilin verður klárur um ársskiftið

Video: Sandoyartunnilin verður klárur um ársskiftið
Tað gongur eftir ætlan at byggja Sandoyartunnilin, og væntandi verður hann klárur at taka í brúk um ársskiftið. 
 
05.06.2023 - 11:47

- Tað hevur gingið øgiliga væl, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum. 

 

Sandoyartunnilin_NET2

 

Í løtuni eru tey í gongd við at stoypa tann fimta og seinasta uppsavningarbrunnin og at stoypa teir seinastu fýra kilometrarnar av vegkanti. Tær flestu pumpuskiparnirnar koyra, og í juli skal El-Service á Skála í holt við alt el-arbeiðið inni í tunlinum.  

 

SANDOYARTUNNILIN, Arbeiðið fer ígongd: 2018, Byggitíð: 5 ár, Tunnilin liðugur: 2023, Breidd: 9,5 metrar, Longd á høvuðstunli: 10,8 kilometrar, Mett ferðsla pr. samdøgur: 300-400 bilar, Mesta hall: 5%, Lægsta punkt frá havbotni: - 147 metrar, Fígging: Tunnilsgjald


Nær verður tunnilin tikin í brúk?
- Vit hava eina kontrakt frá 2016, ið sigur desembur 2023, men í kontraktini stendur eisini, at um onkrar seinkingar eru, so sum korona, ella at Teistin og Atlantsflog hava avlýst onkrar túrar, gevur hetta arbeiðstakaranum NCC eyka arbeiðsdagar. Samlað hava ymiskar seinkingar givið NCC góðar 70 dagar eyka, so tey hava rætt til at arbeiða við tunlinum til eina ferð í februar - men um tað verður tá ella áðrenn, tað dugi eg ikki at siga, greiðir Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum frá.

Men væntandi verður tunnilin tikin í brúk nakað áðrenn, so tað verður um ársskiftið. 

 

Sandoyartunnilin_Teitur_Sameulsen

Longri samrøða við Teit Samuelsen, stjóra í Eystur- og Sandoyartunlum, í Góðan morgun Føroyar
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107