Serskipanir gera okkum fátækari og minka vælferðina

Serskipanir gera okkum fátækari og minka vælferðina
Føroya arbeiðsgevarafelag gevur ilt av sær í ársfrágreiðingini fyri 2022.
Tá trot er á arbeiðsmegi í Føroyum, er skilaleyst, at landið roynir at lokka fólk av landinum at arbeiða við einum lægri skatti sum gularót, sigur arbeiðsgevarafelagið. Henda myndin var tikin, tá samráðst var um nýggjan sáttmála í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.06.2023 - 08:45

Føroyingar, sum búgva í Føroyum, men arbeiða uttanlands, eiga ikki at hava serskipanir, sum gera okkum fátækari sum land og minka føroysku vælferðina.

Hóast hetta ljóðar púra sjálvsagt, hevur eingin samgonga higartil megnað at gjørt stórvegis við hetta.

Føroya arbeiðsgevarafelag gevur ilt av sær í ársfrágreiðingini fyri 2022.

Felagið sigur, at nærum øll, sum arbeiða uttanlands, eisini okkara fólkatingspolitikarar, kunnu fáa ein frádrátt fyri uttanlandsinntøku. 

 

5.000 kr. meira eftir

Hesin frádráttur ger, at fólk, sum búgva í Føroyum, og sum vinna 30.000 til 35.000 kr um mánaðin, kunnu hava upp til 5.000 kr. meira á kontuni eftir skatt.

Hetta er galdandi fyri fólk, sum til dømis pendla til Noregs at arbeiða. Tess hægri lønin er, tess størri verður munurin, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Í einari tíð, har trot er á arbeiðsmegi í Føroyum, er skilaleyst, at landið roynir at lokka fólk av landinum at arbeiða við einum lægri skatti sum gularót. 

Aðrar slíkar serskipanir eru skattalættin hjá sjófólki og fiskavirkisskipanin, sigur felagið.

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at gera eina arbeiðsmarknaðarbroyting, har slíkar serskipanir verða strikaðar, og í staðin lækka lønarskattin hjá lágløntum og miðalløntum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167