Trý ára fongsul fyri at gera seg kynsliga inn á smágentu

Trý ára fongsul fyri at gera seg kynsliga inn á smágentu
Maðurin er eisini dømdur fyri í fýra førum at hava framt blúnisbrot, og fyri at hava og breiða út barnapornografiskt tilfar
40 ára gamli maðurin er m.a. dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina smágentu, blúnisbrot og fyri at hava barnapornografiskt tilfar. (Savnsmynd)
 
06.06.2023 - 15:29

Ein 40 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur trý ára fongulsrevsing fyri m.a. at hava gjørt seg kynsliga inn á eina smágentu.

Maðurin er dømdur fyri seks lógarbrot: í fleiri førum at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina smágentu. Hon var null til tvey ára gomul tá.

Hann er eisini dømdur fyri í fýra førum at hava framt blúnisbrot, og fyri at hava og breiða út barnapornografiskt tilfar.

Maðurin er dømdur fyri at hava 17.845 barnapornografiskar myndir og filmsbrot.

Dómarin segði í grundgevingini, at alt var lagt til rættis í langa tíð, og at grundarlag er ikki fyri treytaðum dómi.

Ákæruvaldið kravdi trý ára fongsulsrevsing, og fekk viðhald.

Sara Anna Bjarnadóttir Winther er ákæri:

 

06062023_Sara_Ann_1
 
 
Maðurin játtar seg lutvíst sekan, men hevur kært part av dóminum:
 
 
06062023_Sara_Ann_2

 

40 ár gamli maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani seint í september í fjør. 

Ákæruvaldið umhugsar nú, um tað eisini skal kæra dómin til landsrættin:

 

06062023_Sara_Ann_3

 

Maðurin skal rinda sakarmálskostnaðin og gentuni 40.000 krónur í endurgjaldi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096