Á Breddanum: Bakkafrost minkar virksemið í Føroyum

Á Breddanum: Bakkafrost minkar virksemið í Føroyum
Alarar, politikarar og búskaparfrøðingar fara at siga sína hugsan um tøkugjaldið í alivinnuni í sendingini í dag
Nógv bendir á, at lítið og einki góðskingarvirksemi verður eftir á Bakkafrost. (Savnsmynd)
 
08.06.2023 - 08:52

Bakkafrost fer at minka íløgur og kanska gevast við øllum góðskingarvirksemi í Føroyum.

Tað var boðskapurin frá peningasterkastu fyritøkuni í landinum fyrr í vikuni. 

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, og Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, eru millum teirra, sum vera í Breddanum fyrrapartin.

 

Men eru tað bara tómar hóttanir og trýst á politisku skipanina, tá tann ríkasta fyritøkan í Føroyum sigur seg vera noydda at niðurlaga virksemi i Føroyum, tí tøkugjaldið hækkar, ella hevur politiska skipanin lagt so stórt trýst á alivinnuna, at her ikki er verandi?

Í sendingini hoyra vit, hvat alarar, politikarar og búskaparfrøðingar halda um hetta.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096