Icelandair ætlar at fáa amerikansk og kanadisk ferðafólk til Føroya

Icelandair ætlar at fáa amerikansk og kanadisk ferðafólk til Føroya
Íslendska flogfelagið flýgur 1. mai næsta ár fimm ferðir um vikuna, men longu 1. juni verður flogið seks ferðir um vikuna millum Keflavík og Vágar
Tað er flogfar av hesum slagnum, sum fer at flúgva millum Keflavík og Vágar næsta ár.
Mynd: Jetfotos, Svein Th. Sigthorsson  
 
08.06.2023 - 15:34

1. mai næsta ár fer íslendska flogfelagið Icelandair undir flúgving við ferðafólki millum Keflavík og Vágar.

Flogið verður fimm ferðir um vikuna - mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.

Men 1. juni verður eisini flogið leygardag, ella seks ferðir um vikuna. Eftir 1. oktober er ætlanin at flúgva fýra ferðir um vikuna, so talan verður um flúgving alt árið.

 

76 ferðafólk

Icelandair fer at brúka flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina. Hesi flogførini taka 76 ferðafólk, og flogferðin millum Ísland og Føroyar fer at taka umleið ein tíma og trý korter.

Flogfarið, sum Icelandair fer at brúka, er av sama slagi, sum norska flogfelagið Widerø brúkar á føroyarutuni. 

Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága floghavn, sigur, at Icelandair flýgur til 15 ferðamál í Kanada og USA, og nú Vága floghavn verður partur av rutunetinum, verður munandi lættari hjá ferðandi úr USA og Kanada at koma higar.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Regin I. Jakobsen í útvarpstíðindunum: 

 

08062023_Regin_I_Jakobsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167