Eins undarligur og áður

Eins undarligur og áður
UMMÆLI: Írski elektroniski tónlistamaðurin Aphex Twin var høvuðsnavnið á Syd for solen-festivalinum fríggjadagin, og hann staðfesti sína støðu sum fremsti slóðarin innan økið
Avstralski poppbólkurin Confidence Man á pallinum til Syd for solen í Søndermarkini í Frederiksberg
Mynd: Mathias Bak Larsen  
 
10.06.2023 - 12:46

Fríggjadagurin á Syd for solen festivalinum, sum verður fyriskipaður í Søndermarkini á Frederiksberg í Keypmannahavn, var rættiliga friðarligur í mun til hósdagin, tá tað var útselt og trokan var bæði fyri at sleppa inn og fáa mat og drekka. 

Tónleikanøvnini vóru ikki so kend, og tí var heldur ikki so nógv fólk.

Tónlistarliga legði skráin fríggjadagin seg rættiliga nógv á tað elektroniska bógvin. 

 

Avstralski bólkurin Confidence Man bjóðaði øll upp til ein dansiveitslu við sínum frísku popptónum. 

Korianska Peggy Gou, sum er kendur DJ, hitaði fólk upp til høvuðsnavnið Aphex Twin við einum DJ-setti, sum minti um okkurt, ið tú kanst hoyra í einum diskoteki í Berlin. 

Á minna pallinum royndu nøkur nýggj donsk nøvn at vísa seg fram. 

Eitt nú ungi Ussel, ið heilt sikkurt var eitt talent, ið vildi so nógv, men ikki ordiliga tóktiskt vita hvat hann vildi tónlistarliga. 

Úttrykkið peikaði í allar ættir, og tað gjørdi framførslan hjá honum eisini.

Hann vildi bæði vera bad ass og bleytur, bæði rokka og poppa og hipp hoppa. 

Og hann vildi bæði vera á pallinum og úti millum fólki.

Men X-factor hevði Ussel, og tað er eingin ivi um, at tað er ein ungur maður, ið vit fara at hoyra meira til í framtíðini. 

 

Brutalt av Aphex Twin

Richard David James er ein 51 ára gamal tónlistamaður úr Írlandi. 

Júst hansara borgarliga navn sigur kanska ikki fólki so nógv, men flest øll, ið hava áhuga fyri tónleiki, kenna navnið Aphex Twin. 

 

Talan er um ein tann mest slóðbrótandi elektroniska tónlistamannin í nýggjari tíð, og Aphex Twin var høvuðsnavnið fríggjakvøldið á Syd for solen. 

Talan var um fyrstu konsertina hjá Aphex Twin í Danmark í 12 ár, og tað bleiv eitt vilt, nærmast brutalt, upplivisli. 

Aphex Twin er kendur fyri at slóða egnar og nýggjar leiðir og ongantíð gera nakað fyri at vilja tekkjast nøkrum.

Og tað gjørdi hann sanniliga heldur ikki fríggjakvøldið í Søndermarkini í Frederiksberg í Keypmannahavn. 

 

Valdsframsýning

Aphex Twin borðreiddi við einari valdsframsýning í elektroniskum ljóði og ljósi. Framførslan hjá Aphex Twin var so sannførandi, at hann legði sjálvt ummælaran hjá Ekstra blaðnum, Thomas Treo, niður. Seks av seks stjørnum fekk konsertin hjá Aphex Twin. 

"Hetta er ein konsert fyri kennarar," staðfesti síðumaðurin, og rætt hevði hann. Vápnaður við tveimum teldum sat Aphex Twin á pallinum, har hann sjálvur var myrkalagdur, meðan lasaraljósini litaðu alt økið frammanfyri stóra pallin í Søndermarkini. Um tú vart komin fyri at dansa, so var konsertin hjá Aphex Twin ikki staðið. 

Aphex Twin er kendur fyri sínar løgnu sangir, men hann spældi ongantíð eitt brot, ið bara minti um ein sang. Talan var heldur um eina ferð inn í eitt listaverk av ljóði, sum Aphex Twin hevði snikka saman við øllum sínum royndum við elektroniskum ljóðum síðan hann gav sína fyrstu EP út í 1991. 

Eitt upplivisli, ið nokk ongantíð verður gloymt. Tað var brutalt, og Aphex Twin er enn eins undarligur og hann altíð hevur verið, men upp á ein góðan máta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179