Taraaling við reyðum tølum

Taraaling við reyðum tølum
Taraaling í Føroyum loysir seg ikki fíggjarliga, í øllum føri ikki enn. Aftur í fjør hevði fyritøkan Ocean Rainforest stórt hall, hesaferð 7,2 milliónir krónur.
 
11.06.2023 - 14:01

Meðan alivinnan tjenar nógvar pengar, so eru enn bara reyð tøl at hóma í føroyskari taraaling. Smápartafelagið Ocean Rainforest hevði 7,2 milliónir krónur í undirskoti í fjør. Fyritøkan hevur ongantíð havt yvirskot - bara síðstu fýra árini vísa tilsamans 18 milliónir krónur í undirskoti.

Sambært ársfrágreiðingini hjá felagnum var skurðurin í fjør 185 tons av tara í "vátari vekt". Og tað er minni enn felagið væntaði. Í ár væntar felagið at fáa samlaða skurðin upp á 500 tons í vátari vekt.

Ocean Rainforest hevur loyvi at ala tara á Gøtuvík og í Funningsfirði, umframt at felagið hevur royndarloyvi at ala tara í Santa Barbara í amerikanska statinum Kalifornia. Og sambært ársfrágreiðingini væntar felagið at sleppa at ala tara á Skálafjørðinum einaferð í ár. Øll framleiðslan í fjør varð seld av landinum, tað mesta sum súrgaður ella turkaður tari, ið verður brúktur sum ískoyti til fóður ella matvøru.

Nýggjur kapitalur

Hóast undirskot øll árini, so hevur Ocean Rainforest framvegis pengar at arbeiða við. Tað kemst av, at felagið í oktober í fjør fekk 43 milliónir krónur í nýggjum kapitali frá íleggjarum. Sambært felagnum var tað ein amerikanskur íleggjari, ið stóð á odda fyri arbeiðnum at útvega nýggjan kapital. Nú 2022 er gjørt upp, er eginognin 42 milliónir krónur. Uttan nýggja kapitalin hevði felagið tí havt negativa eginogn ídag.

Í fjørheyst  blivu eisini broytingar gjørdar í nevndini í felagnum. Magni Arge fór frá sum nevndarformaður, og í hansara stað kom Ólavur Ellefsen. Tá kom eisini amerikanarin Marc von Keitz í nevndina. Hann starvast hjá Grantham Foundation, ið er ein privatur grunnur, ið ger íløgur, sum sambært teimum bøta um umhvørvið. Eisini kom Jonas Skattum Svegaarden í nevndina. Hann er stjóri fyri Katapult Ocean, sum ger íløgur í feløg, sum sambært teimum bøta um avbjóðingarnar hjá heimssamfelagnum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ocean Rainforest fær nýggjan kapital. Í 2020 fekk felagið 10 milliónir í nýggjum kapitali, harav 5,6 milliónir krónur komu frá World Wildlife Fund.

70 milliónir úr Horizon

Ocean Rainforest er partur av sonevndu "Seamark-verkætlanini". Talan er um eitt samtak við 25 altjóða fyritøkum og stovnum, sum í fjør fingu slakar 70 milliónir krónur í fígging frá Horizon Europe.

Peningurin er stuðul til eina fýra ára verkætlan, ið skal rudda slóð fyri at vaksa munandi um marknaðin fyri framleiðslu av vørum burturúr tara í Evropa.  

Stjóri í Ocean Rainforest er Ólavur Gregersen. Hóast 7,2 milliónir krónur í undirskoti í fjør, so hava nevnd og leiðsla vónir um at fáa eitt betri úrslit í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV