Brimheim bergtók í sólini sunnanfyri sólina

Brimheim bergtók í sólini sunnanfyri sólina
UMMÆLI: Føroyska Brimheim smæddist ikki burtur millum altjóða tónlistarligar risar sum Iggy Pop og The War On Drugs á triðja og seinasta degnum á Syde for solen-festivalinum
Brimheim í sólini á Syd for solen
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.06.2023 - 14:41

Triði dagurin á tónleikafestivalinum Syd for solen, sum verður fyriskipaður í Søndermarkini í Frederiksberg í Keypmannahavn, borðreiddi við amerikonsku punklegenduni Iggy Pop, sveimandi rokkorkestrinum The War On Drugs, sterka kvinnubólkinum Warpaint og so føroysku Brimheim. 

Helena Heinesen Rebensdorff, ið er tónlistakvinnan handan Brimheim, staðfesti við sínari konsert frammanfyri fleiri túsund áhoyrarum, at hon hevur tað sum skal til fyri at klára seg millum tey bestu. 

Í einum ljósareyðum kjóla, ið lýsti upp í sterku sólini, og við einum væl leikandi bólki aftanfyri seg, bergtók Brimheim við sínum døkka, gotiska-rokki. 

Uppskriftin er í grundini ikki so torskild: 

Brimheim hevur sterkar sangir og eitt sterkt úttrykk, ið ber brá av tónlistafólkum sum eitt nú Nick Cave og PJ Harvey. 

Tað er rokktónleikur við sterkum kenslum og nógvum harmleiki. 

Tónleikurin verður framførdur við stórum innlivilsi og stórari nærveru. 

Og so hevur Brimheim eina stóra rødd, ið spennir víða. 

Sera sannførandi framførsla av Brimheim, sum eisini er á skránni til Roskilde festivalin. 

Leygardagurin á Syd for solen, sum var fullkomiliga útseldur, bjóðaði eisini upp á aðrar spennandi konsertir. 

Eitt nú við dugnaliga indie-bólkinum Warpaint úr Los Angeles. 

Fýra skrappar damur, ið spæla dreymakendan og listarligan indie-rokk. 

Tað var tó ein livandi legenda, sum var eitt av høvuðsnøvnunum leygardagin á Syd for solen. 

Leysa leðurhúðin lýgur ikki. Iggy Pop er eftirhondini vorðin 76 ár, men hann er í orðsins rætta týdningi still going strong. 

"Iggy sparker stadig røv," staðfesti annars so atfinningarsami danski ummælarin hjá Ekstra Bladet, Thomas Treo. 

Rætt hevði Treo. Enn eru knotur í James Newell Osterberg Jr., sum Iggy Pop í veruleikanum eitur.

Hann rann runt á pallinum sum ein annar ungligi, meðan hann framførdi nøkur av størstu hittunum, sum hann hevur savnað saman síðani hann byrjaði tónleikaleið sína í sekstiárunum saman við eitt nú The Stooges. 

Á skránni vóru sangir sum "The Passenger", "Lust For Life", "I'm Sick Of You" og "I Wanna Be Your Dog". 

Stóra hæddarpunktið leygardagin á Syd for solen var amerikanski rokkbólkurin The War On Drugs. 

The War On Drugs hevur seinastu 10 árini útgivið tríggjar av bestu rokkplátunum, sum yvirhøvur eru komnar út hetta tíðarskeiðið. 

"Lost In A Dream" (2014), "A Deeper Understanding" (2017) og "I Don't Live Here Anymore" (2021). 

The War On Drugs spæla sveimandi rokktónleik, ið bæði tekstliga og tónleikaliga hevur fingið íblástur frá eitt nú Bob Dylan og Bruce Springsteen. 

Talan er um framúrskarandi rokk til vanliga mannin. Ikki so nógv diggidar. Heldur er tað tónleikur, ið leggur upp til at spæla luftgittar. 

The War On Drugs við Adam Granduciel á odda framførdi eina frálíka konsert í vøkrum kringumstøðunum í Søndermarkini.

Ein hóskandi endi á Syd for solen 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860