- Tíðindi, mentan og ítróttur
Abbadóttir Øssur Berghamar oddakvinna í lovandi donskum indie-poppbólki

Berghamar-eftirnavnið lýgur ikki.
26 ára gamla Eva Berghamar, sum er oddakvinna í danska poppbólkinum Kayak, er úr góðum føroyskum bergi brotin.
Abbi Evu er hin navnframi Øssur Berghamar, ið flestir føroyingar kenna frá hansara virksemi í Kristnastovu á Amager, meðan pápi hennara er Andrew Berghamar, sum prestur í Skovlund fríkirkjuni í Ballerup. Báðir eru teir kend nøvn innan Brøðrasamkomuna í Føroyum.
"Bæði foreldrini hjá mær eru hálvir føroyingar, so samanlagt eri eg eisini hálvur føroyingur," greiðir Eva læandi frá, tá hon er gestur í LEITISSTEIN í útvarpinum í morgin, fríggjadagin, klokkan eitt.
Eva Berghamar á odda fyri Kayak, ið eisini telur Carl Magnus Olsen og Albert Odgaard (Mynd: Pressumynd)
Gott í at bregða
Í LEITISSTEIN greiðir Eva Berghamar, sum í løtuni gongur á Rytmiska tónleikaháskúlanum í Keypmannahavn, frá sínum upphavi.
"Tónleikur hevur altíð verið ein sterk savningarmegi í okkara familju, og tað hevur eisini verið nógvur tónleikur í kirkjuhøpi. Sjálv eri eg eitt ordiligt musikkskúlabarn, tí vit systkin blivu eggjað til at ganga til tónleik, so eg gekk til klaver, frá tí eg var heilt lítil."
Eva hevur gott í at bregða tónleikaliga. Pápi Evu, Andrew Berghamar, hevur millum annað skrivað sera vakra sangin "Beauty", ið sangbólkurin Salt hevur innspælt so hjartanemandi væl á sjálvnevndu útgávuni frá 2004.
"Ja, tú kanst siga, at eg eri eitt sindur av einum Nepo Baby, hóast tónleikurin, ið eg fáist við, er nakað heilt annað enn tað, sum pápi mín fæst við," skemtar Eva, áðrenn hon fer at flenna.
"Nepo baby" er ein stytting av "nepotism baby", ið speireikandi verður sagt um ein persón innan undirhaldsvinnuna, sum einans klára seg væl í vinnuni, tí familjan hjá viðkomandi er kend, múgvandi ella hevur góð sambond, heldur enn at tað eru evnini og harða arbeiði hjá viðkomandi, ið eru orsøkin.
Kayak
Annars er snúðningsdepilin í LEITISSTEIN-sendingini við Evu Berghamar sera lovandi tónleikabólkur hennara, Kayak. Umframt Evu, so eru tað Carl Magnus Olsen og Albert Odgaard, ið mannað Kayak.
Tey trý hittust, tá tey øll gingu á Den Rytmiske Højskole í Vig í 2022, og funnu saman um kærleikan til tónleikin og amerikanska indiebólkin The Japanese House. Tey byrjaðu at spæla saman við einum felagsmáli um at skriva indiepopp á donskum, har sangskrivning og nærvera eru í miðdeplinum.
"Eg vil lýsa okkara tónleik sum indie-popp, ið dregur íblástur frá nógvum øðrum sjangrum, eitt nú rokki, elektroniskum tónleiki og country," greiðir Eva Berghamar frá.
Kayak verður róstur til skíggja í Danmark, og tað verður væntað, at Kayak verður næsta stóra navnið á danska tónleikapallinum. Bólkurin kom av álvara inn á radaran hjá dønum í 2024 við útgávunum av singlunum "Svært ikke at forsvinde" og "Stories", ið bleiv P3's Uungåelige, sum merkir, at hann bleiv spældur seliga ofta á rásini í eina heila vikum.
Bara í ár hevur Kayak eisini spælt á stórum festivalum sum Roskilde, Northside og Suset, umframt at bólkurin hevur spælt útselda konsert í kenda spælistaðnum Store Vega í Keymannahavn. Og onkur rør nú eisini framundir, at Kayak skjótt fer at sleppa at spæla fyrstu konsertina á Orange pallinum á Roskile festivalinum, sum er størsti tónleikapallur í Danmark.
Tey trý í Kayak hittust, tá tey øll gingu á Den Rytmiske Højskole í Vig í 2022 (Mynd: Pressumynd)
Gott at vera í einum bólki
Higartil hevur Kayak útgivið tvær EP'ir. "Ind i solen", sum kom út í ár, og "Under øjenlåg", sum kom út í fjør. Báðar EP'irnar vera spældar í LEITISSTEIN-sendingini í morgin.
Ein avbjóðing, ið ungir bólkar, sum brádliga fáa nógvan viðvind, ofta renna seg í, er at við øllum fagnaðinum fylgir eisini stórt trýst, ið ger, at bólkarnir ofta sløkna listarliga og menniskjaliga. Eva Berghamar heldur tó ikki, at tað hevur gingið ov skjótt hjá Kayak, hóast hon ásannar, at tað hevur gingið skjótt.
"Ferðin er á góðari leið. Vit eru eisini góð til at ansa eftir hvørjum øðrum, tosa saman, og minna hvønn annan á, hví vit spæla og skapa tónleik. Men eg eri tó glað fyri, at eg eri í einum bólki og ikki standi einsamøll við øllum, tí so vænti eg, at eg skjótt hevði brent út."
Beint nú er Kayak í tilgongdini at skriva sangir til eina plátu, men nær hon kemur út er enn óvist, sigur Eva Berghamar.
Ynskt at verið meira í Føroyum
Sambandið hjá Evu Berghamar við Føroyar hevur ikki verið eins tætt, sum hon og famljan høvdu kunna ynskt sær.
"Vit eru ein rættilga stór familja, og tískil hava tað ikki borið so væl til at ferðast líka ofta til Førya at vitja, sum vit gjarna vildu."
Eva Berghamar vónar tó, at tónleikurin kann viðvirka til, at hon fær høvi at koma aftur til Føroya á vitjan við sínum bólki.
"Ja, tað hevði verið fantastiskt, men so mugu vit nokk søkja onkran menningarstuðul frá Koda, so tað er gjørligt fíggjarliga."
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Næstuferð: Eva Berghamar úr Kayak






























