Dánjal og Annika føroyska uppskotið til Astrid Lindgren virðisløn

Dánjal og Annika føroyska uppskotið til Astrid Lindgren virðisløn
Rithøvundafelagið hevur innstillað Dánjal Hoydal og Annika Øyrabø Jacobsen til altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award, eisini nevnd ALMA, næsta ár.
Dánial Hoydal og Annika Øyrabø Jacobsen. Mynd: Rithøvundafelagið.
 
11.06.2023 - 15:59

Dánjal Hoydal og Annika Øyrabø Jacobsen fingu í fjør bæði Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi og eg og abbi", og tey vórðu eisini í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør.

Tey hava síðan givið út bókina "Strikurnar", og fyri hana eru tey aftur í ár í uppskoti at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

ALMA-virðislønin er heimsins størsta virðisløn, sum veður latin rithøvundum, sum skriva barna- og ungdómsbøkur. Virðislønin er fimm milliónir svenskar krónur og kann latast einstaklingum og felagsskapum, sum virka fyri at styrkja lesihugin hjá børnum og ungum. Tað er svenska stjórnin, sum letur ALMA-virðislønina. 

Sambært Astrid Lindgren Memorial Award eru á hvørjum ári umleið 250 fólk úr øllum heiminum í uppskoti til virðislønina. Freistin at koma við uppskotum var 17. mai, listin við teimum innstillaðu verður kunngjørdur í oktober, og virðislønin síðani latin várið eftir.

2. mai varð ALMA-virðislønin fyri 2023 latin amerikanska rithøvundanum Laurie Halse Anderson. Tá varð Bárður Oskarsson í uppskoti úr Føroyum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974