Samráðast aftur hesa vikuna

Samráðast aftur hesa vikuna
Lønardeildin fer at samráðast við feløgini hjá heilsurøktarum, sjúkrarøktarfrøðingum og lærarum
Heilsurøktarafelagið er eitt av feløgunum, sum fer til samráðingar við Lønardeildina í hesi vikuni.
 
12.06.2023 - 09:46

Enn er ikki komið á mál í samráðingunum hjá Lønardeildini í Fíggjarmálráðnum við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hesa vikuna vera samráðingar við feløgini hjá heilsurøktarum, sjúkrarøktarfrøðingum og lærarum.

Sáttmálarnir hjá feløgunum fóru úr gildi ávikavist 1.oktober í fjør og 1.januar í ár, men vera brúktir enn so leingi, nýggir sáttmálar ikki eru gjørdir, og samráðingarnar ikki eru slitnaðar.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur sagt, at karmurin í nýggjum sáttmálum verður 3,86 prosent í ár og 4,04 prosent næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096