Nú melur ein mylla aftur í Neshaga

Nú melur ein mylla aftur í Neshaga
Royndirnar vísa, at myllurnar frá Enercon eru illa egnaðar til føroyska veðurlagið
Vindmyllan, sum nú melur aftur í Neshaga, hevur verið til umvælingar í Bretlandi.
Mynd: SEV  
 
15.06.2023 - 12:20

Tær fýra vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga hava staðið stillar síðani illveðrið í februar, men nú er ein av myllunum farin at mala aftur. 

Hon hevur verið til umvælingar í Bretlandi.

 

Heri Mortensen er deildarstjóri í SEV.

 

Vindmyllurnar í Neshaga eru illa egnaðar til føroyska veðurlagið, ásannar Heri Mortensen, deildarstjóri í SEV.

Tað hevur kostað fimm milliónir krónur at umvæla mylluna, sum nú melur aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Heri_Mortensen_um_vindmyllur

 

 

SEV hevur í løtuni 25 vindmyllur frá fyritøkuni Enercon, men Heri Mortensen sigur, at tað í løtuni er ivasamt, um SEV fer at keypa fleiri vindmyllur frá Enercon.

 

Sí innslag í Degi og Viku 20. mars um vindmyllur í Neshaga

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565