Føroya rættur og politiið fáa meiri pening til at avgreiða revsimál

Føroya rættur og politiið fáa meiri pening til at avgreiða revsimál
Ein dómari verður settur aftrat í tíðaravmarkað starv, og ákæruvaldið fær pening til ein ákæra aftrat
Føroya rættur fær eina góða millión til ein dómara aftrat at avgreiða revsimál.
 
14.06.2023 - 08:28

Føroya rættur og politiið í Føroyum fáa pengar í heyst til at fáa frá hondini tey nógvu revsimálini, sum hava hópað seg upp seinastu árini.

Føroya rættur fær eina góða millión til ein dómara aftrat teimum, sum eru, frá oktober í ár til februar næsta ár.

Og ákæruvaldið fær 600.000 kr. til ein ákæra aftrat í fjórða ársfjórðingi.

Nógv dømi eru um revsimál, sum eru vorðin nøkur ára gomul, tá dómur fellur í Føroya rætti.

 

Eisini bunkar í Danmark

Ofta fáa fólk linari revsing enn tey annars høvdu fingið, tí mál teirra eru so gomul.

Eisini dómstólarnir í Danmark hava høgar bunkar av revsimálum. Tað gjørdi serliga korona.

Danska stjórnin hevur sett 32,2 milliónir krónur eyka av til tað, sum verður kallað bunkebekæmpelse.

Í fjør fingu dómstólarnir 47,5 mió. kr. í eykajáttan, og teir fingu 25 mió. kr. í 2021.

 

Ákæruvaldið fær 600.000 kr. til ein ákæra aftrat í fjórða ársfjórðingi.

 

Arbeiðsbólkur settur

Stjórnin hevur sett ein arbeiðsbólk við Thomas Rørdam, sum var forseti í Hægstarætti, á odda.

Bólkurin skal koma við uppskotum um, hvussu sleppast kann undan longu bíðitíðunum hjá dómstólunum.

Stjórnin miðar eftir at fáa eina politiska avtalu 1.januar 2024 um fíggingina hjá dómstólunum, so teir kunnu  fáa málini avgreidd skjótari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167