Bjóða tyrvingina í Nýggjheiðum út

Bjóða tyrvingina í Nýggjheiðum út
Sáttmálaskeiðið er fimm ár, og nøgdirnar eru 10.000 rúmmetrar um árið av tyrvingarburturkasti og ilsku
Á støðini í Nýggheiðum eru tyrvingarpláss og reinsiverk til rottangaevju.
 
14.06.2023 - 18:30

Tyrvingararbeiðið í Nýggjheiðum er boðið út.

Arbeiðið at tyrva burturkast og stórsekkir, við viðgjørdari rottangaevju, á nýggja tyrvingarplássinum í Nýggjheiðum oman fyri Kvívík er boðið út í almennari lisitatión.

Sáttmálaskeiðið er fimm ár, frá juli í ár til juli 2028.

Nøgdirnar eru 10.000 rúmmetrar um árið av tyrvingarburturkasti og ilsku.

Stórsekkir við rottangaevju eru 3.500 rúmmetrar um árið.

 

Nøktar tørvin í 30 ár

Tyrvingarplássið á Nýggjheiðum var latið IRF 10.januar í ár.

Á støðini eru tyrvingarpláss og reinsiverk til rottangaevju. Tríggir bygningar eru, ein høll til at savna saman tyrvingarburturkast, eitt reinsiverk og eitt bilhús til rottangabilar.

Kostnaðurin er millum 120 og 130 mió. kr.

IRF og KOB hava gjørt avtalu um tyrving og rottangaevju.

Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin næstu 30 árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096