Partarnir hitta Semingsstovnin seinnapartin

Partarnir hitta Semingsstovnin seinnapartin
Eftir hvat skilst, er framvegis samband millum Kommunulæknafelagið og Lønardeildina, og fundurin, sum skuldi vera á middegi, er útsettur til seint seinnapartin
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, og Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.
 
14.06.2023 - 12:18

Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið hitta Semingsstovnin seinnapartin at umrøða semingsuppskotið, sum partarnir hava fingið.

Hvørki Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, ella Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, vilja siga nakað um, hvat teir - hvør í sínum lagi - ætla at bera fram á fundinum við Semingsstovnin.

Eftir hvat skilst, er framvegis samband millum partarnar.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í stuttari viðmerking, at fundurin, sum skuldi vera á middegi, er útsettur til seint seinnapartin.

Semingsstovnurin hevur lagt uppskot fyri partarnar í málinum um læknavaktina 1870.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hittir umboð fyri Kommunulæknafelagið og Lønardeildina seint seinnapartin.

 

Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið skulu taka støðu til uppskotið, og høvdu fingið freist at svara semingsstovninum á middegi. 

Kommunulæknarnir boðaðu 31. mai frá, at læknavaktin á telefon 1870 í Landssjúkrahúsinum helt uppat dagin eftir, 1.juni.

Kommunulæknarnir skuldu sjálvir kunngera, hvør hevur vakt og nær.

Sama dagin, 31.mai, boðaði Heilsutrygd frá, at læknavaktin helt fram á telefon 1870, men at tað eisini bar til at brúka telefonnumrini, sum kommunulæknarnir upplýsa.

Og læknavaktin er ikki í Landssjúkrahúsinum longur. 

Læknavaktin hevur ligið í sáttmálaloysi í meira enn tvey ár, og viðurskiftini hjá læknavaktini eru óskipað, hevur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagum, sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096