Skal eisini bera til at rinda við reiðum peningi

Skal eisini bera til at rinda við reiðum peningi
Brúkaraumboðið sigur, at tá tað er møguligt at rinda við gjaldskorti á kommunuskrivstovuni, so hava fólk eisini rætt til at brúka reiðan pening har
Tað skal eisini bera til at rinda við reiðum peningi, sigur Brúkaraumboðið.
 
15.06.2023 - 08:29

Um til ber at rinda við gjaldskorti, skal eisini vera gjørligt at brúka reiðan pening.

Tað sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið viðgjørdi klagu um, at ikki ber til at rinda árliga gjaldið fyri bátapláss við reiðum peningi.

 

Kravdi gjaldsavtalu

Ein kommuna kravdi, at tey, sum hava bátapláss, skuldu stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu fyri árliga gjaldið. Men ein bátaeigari, sum vildi brúka reiðan pening, klagaði.

Niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum er, at tá tað er møguligt at rinda við gjaldskorti á kommunuskrivstovuni, so hava fólk eisini rætt til at brúka reiðan pening har.

Brúkaraumboðið kannaði, um kommunan lýkur treytirnar fyri undantøkunum um ikki at taka reiðan pening. Tað ger kommunan ikki, sigur Brúkaraumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096