Sverri vann silvur

Sverri vann silvur
Sverri Sandberg Nielsen vann silvur í einkultskullara sínum í World Cup kapping fyri løtu síðan
Sverri Sandberg Nielsen vann silvur í dag
Mynd: Balint Czucz/roning.dk  
 
18.06.2023 - 13:52

Hetta er onnur World Cup kappingin í ár, og Sverri kom á mál sum nummar tvey trý sekund aftan fyri týskaran Oliver Zeidler, sum vann sannførandi. 

Sverri legði væl út og fekk ein góðan start, men týskarin legði seg á odda rættiliga tíðliga í róðrinum og økti mestsum allan vegin. Sverri royndi seg við nøkrum atsóknum fyri at nærkast týskaranum, men hvørja ferð hevði týskarin orku til at svara aftur. 

Oliver Zeidler vann róðurin við tíðini 6.36.18, Sverri hevði tíðina 6.39.13 og bronsumerkið fór til japanaran Ryuta Arakawa, sum hevði tíðina 6.44.16. Talan er um eitt søguligt bronsumerki, tí hetta er fyrstu ferð, at Japan vinnur heiðursmerki í einkultskullarakappingini. 


Sverri hevur nú tvey World Cup-silvurheiðursmerki í ár. MYND: Balint Czucz/roning.dk
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558