Fólkakirkjan skal hava diakonprest

Fólkakirkjan skal hava diakonprest
Væntandi verður diakonpresturin settur eftir ólavsøku
Kirkjan í Miðvági. Ætlanin er, at diakonpresturin eisini skal hava siðbundnar gudstænastur í føroysku kirkjunum, í minsta lagi 12 gudstænastur um árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2023 - 09:34

Fólkakirkjan søkir eftir diakonpresti.

Fólkakirkjan hevur leingi viljað havt ein diakonprest at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum, til dømis eru arbeiðsleys, bundin at rúsevnum ella eru heimleys.

Freistin at søkja starvið er til 13.juli.

Væntandi verður diakonpresturin settur eftir ólavsøku.

 

Merkir tænasta

Orðið diakoni stavar frá grikska orðinum diakonia og merkir tænasta. Tað verður vanliga nýtt sum heiti fyri sosiala arbeiðinum, sum kristiligar kirkjur gera kring heimin.

Hetta er fyrstu ferð, at søkt verður eftir diakonpresti í Føroyum.

Tann, sum verður settur, skal tó eisini hava siðbundnar gudstænastur í føroysku kirkjunum, í minsta lagi 12 gudstænastur um árið.

Starvið er tíðaravmarkað. Talan er um fýra ár, men møguleiki er at fáa tvey ár aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096