Emerald er nú skrásettur í Føroyum

Emerald er nú skrásettur í Føroyum
Nýggi verksmiðjutrolarin hjá P.f. Havborg kann fiska tosk og annan botnfisk, umframt rækju
Emerald er 88 metrar langur og 18 metrar breiður, og trolarin kostar umleið 400 milliónir kr.
 
22.06.2023 - 08:17

Nýggi verksmiðjutrolarin, Emerald, er nú skrásettur í føroysku skipaskrásetingini.

Tað er P.f. Havborg, sum eigur Emerald.

Tað var á sumri í 2020, at sáttmáli var gjørdur við Tersan Shipyard í Turkalandi um nýggjan verksmiðjutrolara fyri umleið 400 milliónir krónur.

Trolarin kann fiska bæði tosk og annan botnfisk, umframt rækju. Eftir ætlan skal skipið fiska í Barentshavinum.

Kaj Johannesen, reiðari, segði við útvarpið 26 mai, at framtíðin verður døpur, sleppur skipið ikki í russiskan sjógv at fiska. 

Emerald er 88 metrar langur og 18 metrar breiður.

Skipið kostar umleið 400 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083