Føroyar farnar tvey pláss niður á hvíta listanum

Føroyar farnar tvey pláss niður á hvíta listanum
Verri úrslit hjá skipum, sum hava føroyskt flagg, er tó ikki orsøkin, men lutfallið millum eftirlit og afturhald er broytt, sigur Sjóvinnustýrið.
72 skip eru í FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingini. FAS hevur verið á hvíta listanum fyri flaggstatir síðani 2011. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.06.2023 - 08:21

Føroyar eru farnar tvey pláss niður á hvíta listanum hjá Paris MoU.

Føroyar eru nú nummar 30. Tær vóru nummar 28.

Verri úrslit hjá skipum, sum hava føroyskt flagg, er tó ikki orsøkin, sigur Sjóvinnustýrið.

Stigatalið hjá Føroyum er betri í ár enn seinast, tað var kunngjørt. Men lutfallið millum eftirlit og afturhald er broytt. 

Eisini eru onnur lond á listanum vorðin betri.

 

Kannað 219 ferðir

Fyri at avgera plássið á listanum, verður staðfest, hvussu ofta skip í FAS eru kannað og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. 

Føroysk skip eru kannað 219 ferðir í hesum tíðarskeiðinum. Fýra afturhald vóru.

Seinast vóru 240 skip kannað. Fýra vóru hildin aftur.

72 skip eru í FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingini. FAS hevur verið á hvíta listanum fyri flaggstatir síðani 2011. 

 

Kanna trygdina

Tá ringast hevur staðið til, hava Føroyar verið nummar 39. Besta plássið er nummar 26.

ParisMoU kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og í londum við Norðuratlantshav, fyri at vita, um trygdin umborð er í lagi.

ParisMoU hevur eisini ein gráan lista og ein svartan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891