Eitt tilboð upp á øki til íbúðabygging

Eitt tilboð upp á øki til íbúðabygging
Lendið, sum er 3.740 fermetrar, verður selt fyri góðar 6,2 mió. kr.
Jóan Petur Vang hevur tvey uppskot um íbúðabygging á lendinum, sum hann hevur boðið uppá.
 
22.06.2023 - 10:34

Bara eittans tilboð kom, tá Tórshavnar kommununa bjóðaði út eitt øki oman fyri Argjahamar til sølu til íbúðabygging.

Tilboðið er frá Jóan Peturi Vang, sum brúkar Kontrast sum ráðgeva. 

Lendið, sum er 3.740 fermetrar, verður selt fyri góðar 6,2 mió. kr.

Býráðið samtykti í gjár at samráðast við Jóan Petur Vang og selja honum lendið, um samráðingarnar við hann bera á mál.

Jóan Petur Vang hevur tvey uppskot um íbúðabygging á lendinum, sum hann hevur boðið uppá.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334