Kampus: Her er vinnarauppskotið

Kampus: Her er vinnarauppskotið
Dómsnevndin sigur, at arktitektoniska hugsjónin í uppskotinum er at skapa ein býling heldur enn ein stóran bygning
Soleiðis hugsa vinnararnir sær, at kampus á Frælsinum fer at síggja út.
 
22.06.2023 - 13:59

Sp/F Henning Larsen North Atlantic og viðurkendi føroyski arkitekurin, Ósbjørn Jacobsen úr Gøtu, vunnu arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetrið.

Vinnararnir kalla uppskotið Kampus Frælsið.

Uppgávan hjá arkitektunum hevur verið at geva lesandi, starvsfólki og vitjandi eitt savnandi og stimbrandi lestrarumhvørvi, og at bygningurin skal laga seg til lendið, nærumhvørvið og taka atlit at fjøltáttaða virkseminum, sum er á Fróðskaparsetrinum.

Eisini skal bygningurin umboða Setrið við tign og arkitektoniskari dygd og vera fyrimynd, tá tað ræður um burðardygga bygging í Føroyum.

Umráðandi hevur verið, at bygningurin skal vera innbjóðandi fyri mongu og sera ymisku áhugapartarnar, sum eru tey lesandi, starvsfólk, rørslutarnað, grannar og fólk til gongu, men eisini taka atlit at, at fólk eru ymisk av lyndi.

 

 

Býlingur heldur enn stóran bygning

Dómnsnevndin sigur m.a. í grundgevingini, at arktitektoniska hugsjónin er at skapa ein býling heldur enn ein stóran bygning.

Íblásturin er úr siðbundna føroyska býlinginum og langhúsunum frá víkingatíðini. Hesin byggileistur gevur møguleika at fylgja lendinum, at niðurbróta støddarlutfallið og at laga seg eftir nærumhvørvinum.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrsmaður, Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, og Ólavur Ellefsen, formaður í dómsnevndini.

 

Hesi manna toymið, sum hevur vunnið arktitektakappingina um kampus á Frælsinum. 

 

Bygningurin verður staðsettur við virðing fyri góðskuni í verandi landslagi, ið verður varðveitt sum uttandura uppihaldsrúm. Innan er bygningurin skipaður við trappu-/gøtuleið og miðtorgi, sum saman skapa ein natúrligan snúningsdepil fyri fjøltáttaða virkseminum á Setrinum, sigur dómsnevndin.

Seks fyritøkur vóru undangóðkendar til arkitektakappingina. Tær vóru:

 

Sp/f Kontrast og COBE

MAP Arkitektar

Henning Larsen North Atlantic

SNA

Zeta Arkitektar & Brim Arkitektar

Arkitektar99 og BIG

 

Almenningurin fær høvi síggja framsýningina av øllum seks uppskotunum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn leygardagin, sunnudagin, mánadagin og týsdagin frá klokkan 12 til 16.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096