209 tikið universitetsprógv á Fróðskaparsetrinum

209 tikið universitetsprógv á Fróðskaparsetrinum
Nógv tann størsti bólkurin eru tey, sum hava staðið prógv sum námsfrøðingur. Tey eru 42 í tali
Lesandi á Fróðskaparsetrinum. (Savnsmynd)
 
23.06.2023 - 14:37

Norðurlandahúsið var fullsett fyrrapartin, tá stóra prógvhandanin var hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Tilsamans hava 209 kvinnur og menn fingið universitetsprógv frá Fróðskaparsetrinum hetta seinasta árið: 153 hava staðið bachelorútbúgving, 27 masterútbúgving, 7 ph.d-útbúgving og 22 hjánám o.a.

Fróðskapartsetrið sigur, at nógv tann størsti bólkurin eru tey, sum hava staðið prógv sum námsfrøðingur. Tey eru 42 í tali. 

Eisini er bólkurin av nýggjum sjúkrarøktarfrøðingum rættiliga stórur, tey eru 34 í tali. 

23 fólkaskúlalærarar hava somuleiðis staðið prógv frá Setrinum seinasta árið, 13 bachelorar í búskapar- og virkisfrøði, 10 í KT-verkfrøði og sjey í føroyskum, fyri at nevna okkurt burtur úr rúgvuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096