Annaðhvørt flakavirki hall í fjør

Annaðhvørt flakavirki hall í fjør
Kósin er nógv størsta virki í landinum, og tók ímóti fjórðahvørjum fiski í fjør, vísir greining hjá grannskoðarafyritøkuni Januar
Kósin er størsta fiskavirkið í landinum. Virkið tók ímóti fjórðahvørjum fiski í fjør.
 
25.09.2013 - 10:07

Fýra flakavirki í Føroyum høvdu avlop í fjør. Trý høvdu hall. Men í 2011 og 2010 hevði bara eitt av teimum sjey flakavirkinum hall. Tað sæst í greining, sum grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt.

Greiningarnar hjá Januar vísa, at árini 1996 og 1997 vóru vánalig hjá flakavirkjunum. Síðani komu fýra góð ár frá 1998 til 2002.

Árini 2007 og 2008 royndust serstakliga illa. Skiparakstur tyngdi flakavirkini nógv árini frá 2007 til 2010. Verða skipini ikki tald við í 2009, høvdu tey feløgini, sum reka flakavirki, samanlagt givið avlop í 2009.

Í fjør fekk Kósin í Klaksvík ein fjórðing av fiskinum, sum kom upp á land. Faroe Origin fekk góð 17 prosent, TG Seafood og Vaðhorn góð 14 prosent. Delta 11 prosent, Fiskavirkið góð tíggju prosent og Sandoy Seafood knappliga átta prosent av fiskinum, sum flakavirkini keyptu í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945