Vinnan hevur onga viðmerking

Vinnan hevur onga viðmerking
Á nýggjárinum verður forboðið at leggja oljufýringar inn í nýggjar bygningar
Seinasta freist at søkja um byggiloyvi til hús við oljufýring er 1.november í ár. (Savnsmynd)
 
26.06.2023 - 12:00

Vinnan heldur tað vera í lagi, at 1.januar næsta ár verður forboðið at leggja inn oljufýringar ella annan útbúnað, sum brúka olju, gass, kol ella annan oljuúrdrátt til at hita upp nýggjar bygningar.

Og seinasta freist at søkja um byggiloyvi til hús við oljufýring er 1.november í ár. 

Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið hava havt uppskotið um kunngerð frá Umhvørvismálaráðnum til hoyringar.

Tey hava onga viðmerking, siga tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775