Forkvinnan í Miðlastuðulsnevndini lagt frá sær

Forkvinnan í Miðlastuðulsnevndini lagt frá sær
Bjørk Maria Kunoy hevur verið forkvinna síðani á heysti í fjør
Bjørk Maria Kunoy er givin sum forkvinna í Miðlastuðulsnevndini.
 
27.06.2023 - 12:57

Forkvinnan í Miðlastuðulsnevndini, Bjørk Maria Kunoy, sum tók við á heysti 2022, hevur lagt frá sær, hóast tíðarskeiðið ikki er hálvrunnið.

Tað váttar hon fyri Kringvarpinum.

Fyrrverandi forkvinnan hevur ikki fleiri viðmerkingar, enn at hon hevur boðað ráðnum frá sínari avgerð.

Fyri viku síðani gjørdi Miðlastuðulsnevndin av at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í ár. 

Tvær milliónir kr. eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul í ár. 1,4 milliónir fara til verkætlanir, og 600.000 kr. eru markaðar til lønarútreiðslur.

Tað var Jenis av Rana, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, sum setti Miðlastuðulsnevndina fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 30. september 2025.

 

Hallbera West er eisini farin úr Miðlastuðulsnevndini

 

Hallbera West eisini farin úr nevndini

Nevndin var mannað við Bjørk Mariu Kunoy sum forkvinnu, John Johannessen og Hallberu West. Varaformaður er Dánjal Højgaard, og varalimir eru Sigrún Brend og Martin N. Simonsen.

Hallbera West er nú eisini farin úr Miðlastuðulsnevndini. 

Setrið hevði mælt til at seta hana í nevndina. 

Hallbera West sigur, at av tí at hon gevst í starvi sínum á Setrinum 1. september, noyðist hon eisini samstundis at gevast í Miðlastuðulsnevndini.

Torkil Rasmussen, deildarstjóri á Mentanardeildini í Almanna- og Mentamálaráðnum, sigur, at ráðið hevur heitt á Búskapar- og Løgfrøðingafelagið og Setrið um at koma við tilmælum til nýggjar limir.

Vónandi verður nevdin mannað skjótast og í seinasta lagi í august, sigur Torkil Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096