Svenning av Lofti ísraelskur heiðurskonsul

Svenning av Lofti ísraelskur heiðurskonsul
Hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan í Keypmannahavn útnevnir ein heiðurskonsul
Ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, gjørdi Svenning av Lofti til heiðurskonsul.
 
28.06.2023 - 08:37

Ísrael hevur útnevnt Svenning av Lofti til ísraelskan heiðurskonsul í Føroyum.

Tað hendi í gjár, tá ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, gjørdi Svenning av Lofti til heiðurskonsul.

Hetta var í ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.

 

Ferðaleiðari síðani 1977

Svenning av Lofti hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari hjá føroyingum á ísraelsferðum síðani 1977. Hann hevur verið í Ísrael okkurt um fimmti ferðir.

Svenning av Lofti var við til at stovna Vinarfelagið Føroyar-Ísrael, har hann í nógv ár var nevndarlimur og formaður.

Í mai 2007 heiðraði ísraelska ferðamálaráðið Svenning av Lofti, tí tá hevði hann ferðast við føroyingum til Ísraels í 30 ár.

Hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan í Keypmannahavn útnevnir ein heiðurskonsul.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096