Taka aftur ímóti ull í ár

Taka aftur ímóti ull í ár
Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni verður frá 13. juli til 19. august
Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar. (Savnsmynd)
 
28.06.2023 - 09:17

Búnaðarstovan í Kollafirði tekur aftur í ár móti ull. 

Tikið verður ímóti ull frá 13. juli til 19. august, hósdag, fríggjadag og leygardag.

Er talan um størri nøgdir, er best at avtala tíð frammanundan. 

Ullin skal vera turr og nosslig og stungin í reinar posar, og hon verður góðskumett og avroknað eftir góðsku.

Tikið verður ikki ímóti vátari ull, og ull við skræpu ella málingarrestum í, pesjur, ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í. Ull við eitt nú bótum, tráði og tílíkum verður somuleiðis vrakað. 

 

Tveir góðskuflokkar

Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.

Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Somuleiðis verður ull við nakað av mosa o. líkn. avroknað í II. flokki.

Fyri ull í I. flokki verða latnar kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG. Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG.

Er veitarin ikki MVG-skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096