Ov stór arbeiðsbyrða at vera forkvinna í Miðlastuðulsnevndini

Ov stór arbeiðsbyrða at vera forkvinna í Miðlastuðulsnevndini
Í løtuni hevur nevndin bara ein lim
Í løtuni er bara ein limur í Miðlastuðulsnevndini. (Savnsmynd)
 
28.06.2023 - 10:55

Arbeiðsbyrðan hjá forfólkinum í Miðlastuðulsnevndini, sum millum annað fevnir um tíðarkrevjandi og umfatandi umsitingarligar uppgávur, umfatandi løgfrøðiligar metingar, miðlahandfaring, og  sum ikki verður lønt samsvarandi, er orsøkin til, at forkvinnan í Miðlastuðulsnevndini, Bjørk Maria Kunoy, leggur frá sær. 

Hon sær ikki longur fyri at hava tíð ella sømdir at røkja sessin til fulnar.  

Hesum boðaði hon Mentamálaráðnum frá í telduposti, dagfestur 22. juni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. 

 

Hallbera West eisini givin

Umframt Bjørk Mariu Kunoy er Hallbera West eisini farin úr Miðlastuðulsnevndini. 

Hallbera West, sum er tilmæld av Setrinum, sigur, at av tí at hon gevst í starvi sínum á Setrinum 1. september, noyðist hon eisini samstundis at gevast í Miðlastuðulsnevndini.

Nevndin var mannað við Bjørk Mariu Kunoy sum forkvinnu, John Johannessen og Hallberu West. 

 

Bjørk Maria Kunoy eru farin frá sum forkvinna í Miðlastuðulsnevndini.

 

Bara ein limur eftir

Tískil hevur nevndin bert ein lim sum nú er. 

Varaformaður í Miðlastuðulsnevndini er Dánjal Højgaard, og varalimir eru Sigrún Brend og Martin N. Simonsen.

Í skrivi til aðalráðið skrivar Bjørk Maria Kunoy, fráfarandi forkvinna, at Dánjal Højgaard hevur ikki møguleika fyri at átaka sær uppgávuna sum nevndarformaður í eitt fyribils tíðarskeið við tí arbeiði, sum tað ber í sær.

Hetta váttar Dánjal Højgaard eisini fyri Kringvarpinum í skrivi.

 

Biðja um nýggj tilmæli

Torkil Rasmussen, deildarstjóri á Mentanardeildini í Almanna- og Mentamálaráðnum sigur, at ráðið hevur heitt á Búskapar- og Løgfrøðingafelagið og Setrið um at koma við tilmælum til nýggjar limir.

Fyri viku síðani gjørdi Miðlastuðulsnevndin av at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í ár. 

Næsti fundur í Miðlastuðulsnevndini er 22. august, tá umsóknarfreist er til rakstrarstuðulin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096