Torført at fáa tilboð upp á arbeiði á útoyggj

Torført at fáa tilboð upp á arbeiði á útoyggj
Einki boð kom upp á arbeiðið at gera farstøð á Syðradali. Kanska er tað meira spennandi at arbeiða í meginøkinum, sigur stjórin í Landsverki
Sigurd L. Lamhauge er stjóri í Landsverki.
 
28.06.2023 - 18:00

Landsverk fekk einki tilboð upp á at gera farstøð á havnarlagnum á Syðradali.

- Tað er sjáldan, at vit ikki fáa boð upp á arbeiðið, men tað kemur fyri, sigur stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge.

Landsverk bað um tilboð upp á heildararbeiðstøku, sum umfatar bygning, atkomu og økið uttanum. 

 

Ferðafólk á veg í land av Sam á Syðradali. (Savnsmynd)

 

Stjórin í Landsverki sigur, at kanska er tað meiri spennandi hjá byggifeløgum at arbeiða á meginøkinum, har tað er koyrandi aftur og fram.

Hoyr samrøðu við Sigurd L. Lamhauge í útvarpstíðindunum:

 

28062023_Sigurd

 

Farstøðin skal vera 64 fermetrar umframt 30,5 fermetrar, sum eru úti, men undir taki. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096