Allar umsóknir í fjør at sleppa í Hægstarætt vóru sýttar

Allar umsóknir í fjør at sleppa í Hægstarætt vóru sýttar
Tá fólk ætla sær í Hægstarætt við einum dómi, skal søkjast um loyvi til tess frá Procesbevillingsnævnet
Higartil í ár hevur Procesbevillingsnævnet fýra føroysk mál, tvey teirra fekk nevndin tó í fjør.
 
30.06.2023 - 08:55

Procesbevillingsnævnet viðgjørdi fimm føroysk mál í fjør, stendur í ársfrágreiðingini hjá nevndini.

Tá fólk ætla sær í Hægstarætt við einum dómi, skal søkjast um loyvi til tess frá Procesbevillingsnævnet.

Allar fimm umsóknir, sum blivu viðgjørdar í fjør, vóru sýttar. Tær vóru allar um sama rættarmál.

Higartil í ár hevur nevndin fýra føroysk mál, tvey teirra fekk hon tó í fjør.

Í 2021 fekk eitt mál loyvi til at fara í Hægstarætt. TAKS fekk tað loyvið í einum máli um panting.TAKS tapti í Eystara landsrætti, men vann í Hægstarætti. 

Hitt málið í 2021 fekk loyvi til at fara í Eystara landsrætt.

 

 

Ríkisumboðið skal geva loyvi

Ríkisumboðið skal nú geva loyvi til fría rættargongd. Tað sigur nýggja rættargangslógin.

Fyrr skuldi Civilstyrelsen hava slíkar umsóknir. 

Í 2021 og 2022 fekk Procesbevillingsnævnet seks kærur úr Føroyum um fría rættargongd. Tvær kærur vóru síðani tiknar aftur.

Í ár er eingin kæra komin um Ríkisumboðið, sum hevur noktað at givið fría rættargongd. 

Nýggja rættargangslógin í Føroyum ger eisini, at nú er ein føroyskur sakførari við, tá Procesbevillingsnævnet viðger føroysk mál. Fyrr var sakførarin danskur.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096