Sleppa ikki í Hægstarætt við máli um loðsflutning

Sleppa ikki í Hægstarætt við máli um loðsflutning
Fuglafjarðar kommuna hevur roynt málið bæði í Føroya rætti og Landsrættinum, fekk ikki viðhald
Procesbevillingsnævnet vil ikki loyva Fuglafjarðar kommunu í Hægstarætt við málinum um loðsflutning. (Savnsmynd)
 
30.06.2023 - 12:10

Fuglafjarðar kommuna sleppur ikki í Hægstarætt við málinum um eina gamla trætu um loðsflutningin í Fuglafirði.

Tað hevur Procesbevillingsnævnet júst gjørt av.

Talan er um eitt mál, sum byrjaði í 2014, tá Fuglafjarðar kommuna gjørdi av, at bara ein fyritøka kundi veita loðstænastu í Fuglafjarðar havn.

Í 2018 staðfesti Kappingarráðið, at hetta var brot á kappingarlógina, tí kommunan hevði forðað einari aðrari fyritøku at veita loðsflutning.

Fuglafjarðar kommuna kærdi avgerðina til Vinnukærunevndina, sum í januar 2019 staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum. 

Kommunan royndi so málið í Føroya rætti og seinni í Landsrættinum, men fekk ikki viðhald.

Nú er so avgjørt, at kommunan sleppur í Hægstarætt við málinum. Sostatt er tað avgjørt, at tað var skeivt av Fuglafjarðar kommunu bert at loyva einari fyritøku at veita loðstænastur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096