Treystital: Tilfeingisvinnan og handilsvinnan dapurskygdar

Treystital: Tilfeingisvinnan og handilsvinnan dapurskygdar
Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið úr 8 niður -15, men byggivinnan er betur nøgd
Meðan tilfeingisvinnan og handilsvinnan eru dapurskygd, er støðan øðrvísi í byggivinnuni. Arbeiðið er langt fram í tíðina, og størsta avbjóðingin er tørvur á arbeiðsmegi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.07.2023 - 13:23

Vinnan er ikki so bjartskygd um framtíðarvánirnar, sum hon hevur verið. Hinvegin tykist vanligi føroyingurin ikki at vera so stúrin.

Hagstovan hevur júst kunngjørt treystitalið. Tað vísir, hvussu bjartskygd ella dapurskygd, borgarar ella vinnan eru.

Samanlagt lækkar treystitalið, og tað er serliga tí, at tilfeingisvinnan og handilsvinnan eru meira dapurskygd.

Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár, sammett við í dag.

 

Heldur frægari

Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.

Av tí at húsarhaldini hava verið meira afturhaldin vegna stóra prísvøksturin seinasta árið, og selda nøgdin er minkað, er handilsvinnan ikki nøgd við gongdina og tí meira dapurskygd, enn hon hevur verið.

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið úr 8 niður -15. Fyritøkurnar vænta millum annað, at søluprísurin verður ikki so góður, sum hann hevur verið.

Byggivinnan er tó meira nøgd við støðuna, tí arbeiði er tryggjað rættiliga langt fram. Størsta avbjóðingin er tørvur á arbeiðsmegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980