Nýggj farstøð: Ein møguleiki er fígging úr Íleggingargrunninum

Nýggj farstøð: Ein møguleiki er fígging úr Íleggingargrunninum
Grunnurin hevur fyrr figgjað stórar útbyggingar á flogvøllinum
Neyðugt verður at útbyggja flogvøllin næstu árini, og Vága floghavn hevur brúk fyri í minsta lagi 600 milliónum kr., bara til nýggja farstøð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.07.2023 - 10:45

Ein møguleiki til at fíggja eina nýggja farstøð á flogvøllinum, er at brúka pening úr Íleggingargrunninum.

Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, sum hevur tørv á stórari milliónaupphædd, um flogvøllurin skal verða førur fyri at byggja nýggja farstøð:

 

04072023_Regin_1

 

Regin I. Jakobsen er stjóri í Vága floghavn.

 

Regin Jakobsen vísir á, at flogvøllurin megnar ikki at fíggja nýggja farstøð sjálvur:

 

04072023_Regin_2

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, varðar av Vága floghavn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vita um tørvin

Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í innlendismálum, og varðar av Vága floghavn.

Hann sigur í stuttari viðmerking, at landsstýrið veit um tørvin hjá Vága floghavn. Hann sigur eisini, at leisturin, har peningur úr Íleggingargrunninum verður brúktur til útbyggingar á flogvøllinum, er brúktur fyrr, og tí er hugsandi,  at tað verður gjørt aftur.

Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at málið hevur ikki hevur verið til politiska viðgerð.

Slakar 700 milliónir kr. standa í Íleggingargrunninum, sambært nýggjasta roknskapinum, sum er frá 2021. Haraftrat eigur Íleggingargrunnurin partabrøv fyri knappar 200 milliónir.

 

Íløgur í undirstøðukervi

Endamálið hjá íleggingargrunninum er at veita fígging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervi og tílíkt, sum skal menna vinnulívið í Føroyum, og har onnur figging ikki fæst.

Íleggingargrunnurin hevur longu fíggjað umleið 400 milliónir kr. til at útbyggja Vága Floghavn. Hetta var gjørt, eftir flogvøllurin var yvirtikin í 2007.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096