Frágreiðingin um Russland: Skulu viðgera innlitsumbøn av nýggjum

Frágreiðingin um Russland: Skulu viðgera innlitsumbøn av nýggjum
Í fyrstu syftu var einki innlit givið, men seinni játtaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið partvíst innlit
Frá tíðindafundinum á Viðareiði um tiltøk móti Russlandi.
 
04.07.2023 - 14:45

Umboðsmaðurin hevur biðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið taka eitt mál upp til nýggja viðgerð, har ein umsókn um innlit í frágreiðingina um viðurskiftini við Russland var sýtt.

Í fyrstu syftu varð einki innlit givið, men undir viðgerðini játtaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið partvíst innlit.

Tá málið byrjaði, metti Uttanríkis- og vinnumálaráðið, at útflýggjan av skjalinum í síni heild kundi elva til týðandi skaða fyri uttanríkispolitisku áhugamál Føroya, m.a. samráðingarstøðu Føroya og viðurskiftini við onnur lond. 

Eisini metti ráðið, at atlitini, sum lógu til grund fyri at undantaka upplýsingarnar frá innliti í hesum føri, talaðu ímóti at geva meirinnlit.

Umboðsmaðurin var samdur við Uttanríkis- og vinnumálaráðnum um, at undir nevndu viðurskiftum var heimild at sýta fyri at lata innlit í alla frágreiðingina.

Tá fortreytirnar fyri at sýta innlitið broyttust, læt ráðið klagaranum partvíst innlit. 

 

Frágreiðing er skrivað um viðurskiftini millum Føroya og Russland, men Umboðsmaðurin heldur ikki, at nóg nogv innlit er givið í frágreiðingina. Tí skal Uttanríkis- og vinnumálaráðið viðgera málið av nýggjum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ógreitt innlit

Umboðsmaðurin metti, at ráðið hevði sýtt innlit í óneyðuga nógv brot í frágreiðingini. Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at brot í frágreiðingini innihildu upplýsingar um faktuell viðurskifti og alment atkomuligar upplýsingar, sum - nú atlitið at politisku avgerðartilgongdini ikki var aktuelt longur -  ikki kundu undantakast frá innliti vegna verju av uttanríkispolitiskum ella uttanríkisfíggjarligum áhugamálum.

Umboðsmaðurin staðfesti eisini, at innlitið var givið á ógreiðan hátt, og at feilir vóru í  innlitinum. 

T.d. var uppsetingin av upprunatekstinum broytt í fleiri støðum, tá teksturin var drigin út. 

Umboðsmaðurin hevur biðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið um taka málið upp til nýggja viðgerð, og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. 

Les meira um málið her.

 

Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður. (Savnsmynd)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084