Miðlastjórar: Stuðulsskipanin eigur at verða endurskoðað

Miðlastjórar: Stuðulsskipanin eigur at verða endurskoðað
Landið hevur sett tvær milliór kr. av til miðlastuðul. Av hesum fara 70 prosent, tað eru 1,4 milliónir, til verkætlanir
Onkur miðlastjóri heldur, at tað eigur at verða farið aftur til gomlu skipanina, sum var galdandi, áðrenn verkætlanarstuðulin kom uppí.
 
05.07.2023 - 15:01

Miðlastuðulsskipanin eigur í besta føri at verða endurskoðað og broytt.

Tað halda ábyrgdarhavandi stjórar á føroyskum miðlum, sum føroyska Frihedsbrevet hevur tosað við.

Teir finnast serliga at verkætlanarstuðlinum. 

Landið hevur sett tvær milliór kr. av til miðlastuðul. Av hesum fara 70 prosent, tað eru 1,4 milliónir, til verkætlanir.

 

Býtt skipan

Men Sverri Egholm, netredaktørur á portal.fo, sigur við Frihedsbrevet.fo, at skipanin bara órógvar, og Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri í Miðlahúsinum, sigur bart út, at hetta er ein býtt skipan.

Harumframt halda Sverri Egholm, Jóhann Lützen á Norðlýsinum og Gunnar Skúvadal á vp.fo, at núverandi skipan við miðlastuðli átti at verið tikin av. 

Eirikur Lindenskov leggur aftrat, at tað hevði verið betri at farið aftur til ta skipanina, sum var galdandi, áðrenn verkætlanarstuðulin kom uppí.

Hesum tekur Jóhann Lützen undir við.

- Tá fekk redaktiónin ræðisrætt á pengunum, og tað var munandi betri enn skipanin, sum er nú, sigur hann við Frihedsbrevet.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096