Stríðið á Tjóðpallinum: Avmarkað hvat landsstýriskvinnan kann gera

Stríðið á Tjóðpallinum: Avmarkað hvat landsstýriskvinnan kann gera
Landsstýrisfólkið í mentamálum skal tryggja armslongd til Leiklistaráðið
Tjóðpallur Føroya.
 
06.07.2023 - 12:20

 Í hálvttriðja ár hava 22 leiklistafólk boykottað Tjóðpallin.

Orsøkin er, at tey eru ónøgd við stjóran, og sum heild ónøgd við, at sami persónur kann vera stjóri í so nógv ár. Núverandi stjóri hevur sitið í sessinum í meira enn 20 ár. 

Sirið Stenberg segði í miðlinum, Frihedsbrevet FO, at politiskt uppílegging krevst fyri loysa stríðið. 

Sirið Stenberg hevur ikki útgreinað, hvat hon ætlar at gera. Tó er tað sambært lóg Leiklistaráðið, ið setir og loysir úr starvi stjóran á Tjóðpallinum. Tað er tískil bert Leiklistraráðið, ið hevur heimild til at útinna leiðslurættin mótvegis stjóranum. Landsstýriskvinnan er harafturímóti kærumyndugleiki, tá ið ræður um avgerðir, sum Leikllistaráðið hevur tikið.

 

Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Havt fleiri fundir við partarnar

Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at tað er ivasamt, hvørjar heimildir landsstýriskvinnan hevur mótvegis Leiklsitaráðnum, og hvussu - og á hvørjum grundarlagi - landsstýriskvinnan hevði skulað brúkt sínar møguligu heimildir uttan at leggja seg út í stríðið.

Landsstýriskvinnan hevur havt fleiri fundir við umboð fyri Leiklistaráðið, Leikarafelagið og Palllistafelagið. Tó er hetta fundir, sum mest snúgva seg um, hvussu tilmælið um at endurskoða lógina um Tjóðpall og stuðul til yrkislistina.

Deildarstjórin í Mentamálaráðnum staðfestir, at partarnir síggja sera ymiskt upp á støðuna, og at ósemjurnar eru rættiliga grundleggjandi.


Torkil V. Rasmussen er deildarstjóri í Mentamálaráðnum. 

 

Broyta lógina

Torkil V Rasmussen sigur, at ætlain er at broyta lógina um Leiklistaráðið. Hann sigur:

"Tað hevur verið tosað um at broyta lógina soleiðis, at tann parturin av lógini, ið fevnir um stuðul til yrkislist - saman við øðrum stuðulsskipanum innan mentanarøkið - verður lagdur í eina fasta legu, har eitt mentanarstýri verður stovnsett at taka sær av tí. Ein møguleiki er eisini, at Mentanargrunnur Landsins  verður víðkaður til eisini at fevna um annan stuðul enn verandi. Tað krevur tó alt nærri politiska viðgerð, játtan, karmar, umsiting og tí helst eisini lógarbroyting, áðrenn tað kann gerast veruleiki."

Sigur Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, í skrivligum viðmerkingum til Kringvarpið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672