Ógreitt hvaðani oljan á Trongisvágsfirði stavar

Ógreitt hvaðani oljan á Trongisvágsfirði stavar
Tað fer at taka fleiri dagar at taka oljuna uppaftur, sigur sløkkiliðsleiðarin
Mynd: Beinta Løwe Jacobsen, KvF
 
26.09.2013 - 13:24

Kanningar verða nú gjørdar á Trongisvágsfirði fyri at fáa at vita, hvør tað er, sum hevur dálkað fjørðin við olju.

Men tað kann taka vikur, áðrenn tann ella tey seku verða funnin, sigur Jaspur Wang, politikommiserur, sum er økisleiðari fyri Suðuroynna.

Tað var seinnapartin í gjár, at politiið fekk fráboðan um, at sjógvurin millum Krambatanga og Drelnes varð dálkaður av olju.

Talan er um disel- og tungolju, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri.

Oljusperringar eru lagdar út á eitt 250 metrar stórt øki, og 8-9 fólk frá sløkkiliðnum eru nú í ferð við at reinsa oljudálkaða økið.

Sløkkiliðið hevur lánt damptrýstspularar frá sløkkiliðnum í Klaksvík og slamsúgvara frá IRF til arbeiðið.

Tað kann taka fleiri dagar at taka oljuna uppaftur, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. juni
EM tíðindi - 30. juni 2024
177458
Sunnudag 30. juni
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
177451
Leygardag 29. juni
Morgunlestur leygardagur 29. juni 2024
177131
Fríggjadag 28. juni
Vikuskiftið 28 juni 2024
177400