Paul Watson á Nólsoyarfirði

Paul Watson á Nólsoyarfirði
Skipið John Paul de Joria setti kósina móti Havnini, so skjótt sum grindaboðini komu
John Paul de Joria á Nólsoyarfirði
Mynd: Hans Oluf Johannessen  
 
09.07.2023 - 18:43

Tjaldrið hevur fylgt skipinum John Paul de Joria, frá tí at tað fór inn um 12 fjórðinga markið, til tað nú liggur í Nólsoyarfirði. Hvidbjørnen er eisini á staðnum, men tað er enn óvist, hvat fer at henda.

Tað, sum setti ferð á, vóru grindaboðini, sum komu seinnapartin um trý-tíðina. Grindin var funnið í Hestfirði, og hon varð stutt eftir hildin til í Sandagerði í Havn. Talan var um einar 80 hval og drápið gekk skjótt fyri seg.

Skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, varð statt norðanfyri, tá ið grindaboðini komu, og setti beina kós móti Havnini. Skipið náddi ikki fram áðrenn drápið og heldur eingin órógvaði á landi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096