Rokna við útróðri í vikuni

Rokna við útróðri í vikuni
Streymurin er brúkiligur, og veðrið verður hampuligt
Fiskamarknaðurin roknar við útróðri nú í vikuni. (Savnsmynd)
 
10.07.2023 - 08:57

Eitt línuskip, sum var á Flemish Kap, fiskar nú kalva á Grand Bank.

Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum. Tað fiskar tosk og svartkalva.

Eitt er sunnanfyri. Tað fiskar mest longu. Og trý ísfiskalínuskip eru við Føroyar.

Streymurin er brúkiligur, og veðrið verður hampuligt, so Fiskamarknaðurin roknar við útróðri nú í vikuni. 

Fiskaríið hjá útróðrarbátunum er smáligt. 

Tveir ísfiskatrolarar og ein frystitrolari fiska svartkalva.

 

Fýra pør fiska upsa

Um partrolarar verður sagt, at fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu. Tvey pør og ein trolari fiska gulllaks.

Fýra trolbátar eru á landleiðini og fiska flatfisk, tosk og hýsu.

Ein trolbátur er norðanfyri og fiskar mest tosk og hýsu. 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð hjá tí er brúkiligt. 

Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083