Emerald kemur á Havnina hósdagin

Emerald kemur á Havnina hósdagin
Skipað verður fyri hátíðarhaldi á Eystaru bryggju
Emerald er á veg til Føroya og verður á Havnini seinnapartin hósdagin.
 
11.07.2023 - 13:02

Seinnapartin hósdagin kemur nýggi verksmiðjutrolarin hjá partafelagnum Havborg, Emerald, á Havnina.

Hann leggur at á Eystaru bryggju, har móttøka verður klokkan 16, upplýsir Tórshavnar kommuna.

Røður verða hildnar, og síðani verður skipið doypt.

Eftir sjálvt hátíðarhaldið verður høvið at síggja trolaran. 

 

Smíðaður í Turkalandi

Emerald er smíðaður á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.

Fyrsta túrin verður farið Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.

20 mans við Emerald við fyrsta túrin.

Trolarin tekur eini 900-1000 tons av rækjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011