Nýggjur fyrstilærari í Nólsoy

Nýggjur fyrstilærari í Nólsoy
Edmund Joensen er settur í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari skúlaárið 2023/24
Edmund Joensen er settur í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Nólsoy.
 
13.07.2023 - 09:16

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Edmund Joensen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Nólsoyar skúla skúlaárið 2023/24.

Edmund Joensen, sum er 61 ára gamal, tók læraraprógv í Ribe Statsseminarium í Danmark í 1999. Hann hevur tikið onnur viðkomandi prógv eisini, t.d. prógv sum vegleiðari í OCN-skipanini, ið er ein serstøk skipan, sum serbreytirnar á miðnámi nýta.

Edmund Joensen hevur drúgvar royndir sum lærari, umframt ávísar leiðsluroyndir. Hann hevur starvast í fólkaskúlanum í mong ár, umframt á miðnámi, har hann arbeiddi á serbreytini á Kambsdali.

Harumframt hevur hann virkað sum einalærari í eitt ár í Tjørnuvíkar skúla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096