G!: Benjamin hugtók við sínum vøkru sangum

G!: Benjamin hugtók við sínum vøkru sangum
Fyrsta konsertin á ársins G! festivali var ein staðfesting av, at føroyska singer-songwriter-sjangran hevur tað gott
Dugnaligi føroyski sangarin og sangskrivarin Benjamin Rajani, ið hevði sungið seg á G! skránna umvegis Sement-tónleikakappingina, spældi ársins fyrstu G! konsert
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.07.2023 - 17:59

Tað var sangarin og sangskrivarin Benjamin Rajani, sum fekk heiðurin at spæla ársins fyrstu konsert á G! festivalinum 2023. 

Plássið á G! skránni vann Benjamin Rajani á ársins Sement-kapping. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Benjamin Rajani hevur x-factor. Ikki tað tvæltið, ið hevur avloyst Disney-show í donskum sjónvarpi fríggjakvøld. Nei, Benjamin hevur veruligt X-factor, ið tað er trupult at seta orð á.

Benjamin hevur ikki heimsins størstu rødd ella mest larmandi sangir. Hjá Benjamin er tað hinvegin eitt huglag, ein sjarma, men mest av øllum ein grundleggjandi musikalitetur, ið samanflættar hansara X-factor. 

Føroyski trubadururin hugtók tey, ið vóru møtt til ársins fyrstu G! konsert, við nýggjum og sera vøkrum sangum á føroyskum, ið hann hevur skrivað í Manchester, har Benjamin er búsitandi.

Saman við einum ótrúliga væl leikandi bólki borðreiddi Benjamin Rajani við nøkrum sangperlum, ið passaðu væl til huglagið við eitt sindur av sirmi. 

Sangirnir vera at finna á einari nýggjari plátu, ið Benjamin Rajani fer at geva út næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028