Eisini íslendsk skip fáa nógvan makrel

Eisini íslendsk skip fáa nógvan makrel
Skipini hava longu nú fiskað góð 22.000 tons, 15 prosent av kvotuni
Makrelurin er stórur og góður, 520 til 530 gramm, og nógv æti er í honum. (Savnsmynd)
 
18.07.2023 - 10:20

Íslendsk skip fáa nógvan makrel í íslendskum sjógvi eystan fyri Ísland, men veðrið hevur verið vánaligt í seinastuni.

Skipini hava longu nú fiskað góð 22.000 tons, 15 prosent av kvotuni.

Tey hava góð 120.000 tons eftir.   

Sagt verður, at makrelurin er stórur og góður, 520 til 530 gramm, og nógv æti er í honum.

Skipini fiska í ein landnyrðing úr Reyða torginum, tey kalla.

Hetta er fyrstu ferð, at so nógvur makrelur er í íslendskum sjógvi.

Føroysku uppsjóvarskipini fáa eisini nógvan makrel í føroyskum sjógvi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083