Arbeiða framvegis við íbúðarbygging í miðbýnum í Havn

Arbeiða framvegis við íbúðarbygging í miðbýnum í Havn
Verkætlanin er til hoyringar hjá grannunum í løtuni
Tryggingarfelagið Lív var upprunaliga partur av verkætlanini, men tók seg burturúr fyrr í ár. Arbeitt verður tó víðari við ætlanini. (Savnsmynd)
 
18.07.2023 - 12:20

Arbeitt verður enn við stóru byggiætlanini hjá Húsavarðartænastuni í miðbýnum í Havn.

Talan er um stóra íbúðarbygging millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonargøtu, har sum millum annað gamla bakaríið hjá Frants er, og gamli sjúkrakassin.

Tryggingarfelagið Lív var upprunaliga partur av verkætlanini, men tók seg burturúr fyrr í ár. Ætlanin var kortini ikki slept, og Húsavarðatænastan upplýsir fyri Kringvarpinum, at arbeitt verður víðari við henni.

Kári Jacobsen, málsviðgeri í Tórshavnar kommunu, sigur, at verkætlanin er til hoyringar hjá grannunum í løtuni, og at hoyringarfreistin er 31. juli, tá málið verður tikið uppaftur.

Húsavarðartænastan hevur keypti flestu bygningarnar í økinum, millum annað øll partabrøvini hjá Frants Restorff.

Enn er tó onkur ogn eftir at keypa, áðrenn ætlanin kann gerast til veruleika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096